Meting um tilfeingi fyri viku 21, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru fýra línuskip. Vit rokna við at øll landað mánadagin ella miðskeiðis í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Við Ísland eru fimm ísfiskalínuskip og kemur eitt at landað mánadagin og so vantandi tvey seinni í vikuni. Hini bæði landað neyvan í vikuni. Skipini fáa nógv mest av toski. Tvey frystilínuskip eru eisini við Ísland.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit vanta at tað verður nakað av útrórði. Bátarnir hava rímuliga gott fiskarí ímun til árstíðina.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann roynur eftir stinglaksi, men landar nevan í vikuni, tí hann er nýliga byrjaður túr.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av. Okkurt parið fer avstað í næstum. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Fýra eru úti. Tveir landa mánadagin og hinir seinni í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her