Meting um tilfeingi fyri viku 17, 2020

Samandráttur.

Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Nú hava øll virkir opið aftur, men koyra við niðursettari arbeiðsorku.

Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.

Línuskip: Bara tvey línuskip eru til fiskarí. Tey koma nokk at landa síðst í vikuni.  Frystilínuskipini eru øll til fiskarí.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar stinglaks og landar helst mánadagin.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey landa sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Allir fiska norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so eisini nakað av flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum vikan líður.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Øll landa í vikuni

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her