Samandráttur.
Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Eisini hevur okkurt virkið stongt, onnur umhugsa at stongja, meðan restin koyrur við niðursettari arbeiðsorku.
Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.
Línuskip: Bara eitt línuskip eru til fiskarí. Tað er nýliga byrjað túr, so tað landar ikki fyrr enn eftir páskir. Frystilínuskipini eru øll til fiskarí. Møguliga fer okkurt línuskip avstað í næstum.
Útróður: Streymurin verður harður og veðri og Corona gera tað, at ikki verður so nógvur útróður.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar stinglaks, men landar ikki áðrenn páskir.
Partrolarar: Bara tvey pør eru til fiskarí. Annað landar mánadagin og hitt parið landar helst eftir páskir. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum. Eitt par fiskar gulllaks og tvey onnur pør rigga til at fara at fiska gulllaks.
Trolbátar: Ein fiskar norðanfyri og kemur helst at landa mánadagin. Hinir fara avstað eftir páskir.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Tvey landa mánadagin og so koma nokk allir tríggjir at landa eftir páskir.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her