Í smb við Corona
smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina.
Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til
arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur
verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar
um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.
Línuskip: Bara tvey línuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu og longu. Annað landar mánadagin og hitt landar helst seinni í vikuni. Vegna Corona, er tað sera ivasamt nær bátarnir fara útaftur. Frystilínuskipini eru øll til fiskarí.
Útróður: Streymurin er ikki av tí besta og veðri og Corona gera tað at ikki verður so nógvur útróður.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk og hýsu, ein fiskar stinglaks og ein fiskar svartkalva. Allir koma at landa í vikuni.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskaríið er smáligt. Teir landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fimm fiska norðanfyri. Allir fiska tosk og so nakað av hýsu, upsa og flatfiski. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Ein landar mánadagin og hinir seinni í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her