Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er morðanfyri og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest hýsu og tosk. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar. Fleiri hava eisini verði á Føroya Banka. Okkurt kemur at landa í vikuni.
Útróður: Streymurin verður harður alla vikun og veðri verður heldur ikki gott, so vit rokna við lítið av útróðri hesa vikuna.
Djúpvatnstrolarar: Tríggir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Vantandi landa tveir í vikuni. Ein er á djúpum vatni og fiskar mest av blálongu og annan djúpvatnsfisk. Hann landar fyrst í vikuni.
Partrolarar: Øll, pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fleiri landa í vikuni.
Trolbátar: Tríggir eru til fiskarí. Teir fiska mest av havtasku, toski og hýsu. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligtligt.
Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.
Heinta alla metingina her.
