Samandráttur.
Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Teir fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at báðir landa í vikuni. Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í næstum. Fimm frystilínuskip eru undir Íslandi og eitt undir Føroyum. Tey hava gott fiskarí.
Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so tað verður helst nakað av útróðri seinnu helvt av vikuni.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin kundi verði betri eftir árstíðini vit eru í. Tey landa sum vikan líður.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt.. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her