Meting fyri viku 9, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er ávegis til fiskarí. Tað fiskar vantandi mest hýsu og tosk, men landar neyvan í vikuni. Helst fer okkurt annað avstað í næstum. Níggju frystilínuskip eru til fiskarí. Eitt fiskar í grønlendskum sjógvi og átta í íslendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. Fiskaríið er gott.

Útróður: Streymurin er góður alla vikuna og tað verður eisini gott veður alla vikuna, so vit vantað nógvan útróður. Fiskaríið er brúkiligt. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu, møguliga landar hann helst fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Hin er á beding.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí og kemur okkurt parið at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Brúkiligt fiskarí.

Trolbátar: Seks eru á Skeivabanka og fiska  havtasku. Allir landa vantandi miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá tí, er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her