Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men vantandi fer annað til fiskarí í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland og seks eru við Føroyar. Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður eitt sindur ivasamt, so vit vantað ikki nógvan útróður. Fiskaríið hevur verði meira smáligt tað síðstu vikuna.
Djúpvatnstrolarar: Tríggir frystitrolari er til fiskarí. Allir eru á ìslandsrygginum (ein fer møguliga á kongafiskaveiðu síðst á túrinum) og vantandi koma tveir, møguliga allir, at landa í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, fiskaríið er misjavnt.
Trolbátar: Fimm eru til fiskarí. Allir fiska tosk og so hýsu og nakað av flatfiski. Fýra koma vantandi at landa fyrst í vikuni, meðan tann fimti landar síðst í vikuni.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Brúkiligt fiskaríið. Tey landa síðst í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her