Meting fyri viku 8, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar fyrst í vikuni. Helst fer okkurt annað avstað í næstum. Átta frystilínuskip eru til fiskarí. Tvey fiska í føroyskum sjógvi, fimm í íslendskum sjógvi og so er eitt í eystaurgrønlandi.. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

Útróður: Streymurin er harður alla vikuna, men tað verður hampuligt veður onkran dag í vikuni, so kanska tað verður nakað av útróðri.Fiskaríið er brúkiligt. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu, møguliga landar hann síðst í vikuni. Hin er á beding.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí og kemur okkurt parið at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Tríggir eru á Skeivabanka og ein er eystanfyri. Teir fiska allir havtasku. Tveir eru norðanfyri og fiska hýsu, tosk og nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá tí, er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her