Meting fyri viku 8, 2022

Línuskip. Tvey stór ísfiskalínuskip og trý smærri, eru til fisarí undir Føroyum. Tey fiska mest hýsu og so nakað av toski, longu og brosmu. Vit rokna við at øll landa fyrst í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland og tvey undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur og veðri verður eisini nakað umskiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva, meðan hin fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk. Vit rokna við at báðir landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí, tey eru øll eystanfyri. Tey koma inn at landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Sjey fiska havtasku eystanfyri og á Skeivabanka. Allir landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Brúkiligt fiskarí.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Eisini tað hevur brúkiligt fiskarí. Báðir koma at landa í vikuni.