Línuskip: Fýra ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at tey landa síðst í vikuni. Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í næstum. Seks frystilínuskip eru undir Íslandi og eitt undir Føroyum.
Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður eitt sindur skiftandi, so tað er møguligt at tað verður nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, og landar helst fyrst í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin er tíverri ikki góður. Tey landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fýra eru til fiskarí. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at allir landa mitt í vikuni. møguliga fer onkur út um vikuskifti.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er vánaligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.