Línuskip. Øll ísfiskalínuskip liggja við bryggju. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og trý við Ísland.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður umskiftandi alla vikuni. so tað verður vantandi ikki nógv av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein er til fiskarí eystanfyri.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, tey eru øll eystanfyri. Tey koma inn at landa sum vikan gongur. Fiskiskapurin er ikki góður og veðri vánaligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Eitt garnaskip er norðanfyri og fiskar svartkalva, og eitt er sunnanfyri og fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Tey landa helst fyrst ella mitt í vikuni.