Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Kanska annað fer avstað í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland (tvey landa í vikuni) og fýra eru við Føroyar (eitt landar í vikuni). Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður ikki gott, so vit vantað lítið av útróðri. Kanska onkrir av teimum størru bátunum ger onkran túr.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandarygginum og fiskar tosk. Ein landar vantandi síðst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalvi. Hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Allir, uttan eitt par, eru til fiskarí og er fiskaríið brúkiligt. Nøkur pør landa í vikuni.
Trolbátar: Tveir eru á Skeivabanka, ein er eystanfyri og tveir eru norðanfyri. Teir fiska mest av havtasku, toski og hýsu. Allir landa í vikuni
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Brúkiligtligt fiskarí. Tey landa síðst í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her