Meting fyri viku 6, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Øll ísfiskalínuskipini eru til fiskarí. Øll fiska undir Føroyum. Tey fáa mest av toski og hýsu, men okkurt fær mest av longu. Vit vanta at nøkur koma at landa síðst í vikuni og so okkurt fyrst í aðru viku. Av frystilínuskipunum eru seks á Flemish Kap og eitt er á Føroya Banka.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyrra partin av vikuni, men so sær verri út seinni í vikuni. Tí verður helst nógvur útróður fyst í vikuni, men seinni í vikuni verður ikki nógvur útróður.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Ein fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk, meðan hin fiskar kongafisk og kemur hann helst at landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskaríð er gott fyri tíðina. Teir landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Allir fiska havtasku. Trýggir landa mánadagin og hinir landa síðst í vikuni. Fiskaríið er gott.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Ein landar mánadagin, meðan hinir landa síðst í vikuni.

Heinta alla metingina her

Heinta veðurforsøgnina her