Samandráttur.
Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju og fara neyvan út fyri jól. Eitt frystilínuskip er við Grønland, eitt er á Føroya Banka, eitt er á Íslandsrygginum og so eru sjey á landgrunninum. Tey fiska mest tosk, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.
Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri og at tað er síðsta vikan áðrenn jól, ger at tað ikki verður nógvur útróður. Fiskaríið er brúkiligt hjá bátunum. Teir fáa mest av hýsu og toski.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein hevur verði til fiskarí og kemur at landa mánadgin. Hann hevur fiska svartkalva. Hinir liggja við bryggju og fara neyvan út áðrenn jól.
Partrolarar: Fimm pør eru úti og vit vanta at allir, uttan eitt, landa í vikuni. Tað síðsta landar eftir jól. Fiskaríið er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku.. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her