Meting fyri viku 51, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Tvey minni ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Bæði landað mánadagin. Frystilínuskipini eru øll, uttan tvey, til fiskarí. Tey flestu landa vantandi í vikuni.  

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður ikki gott og vit eru komin í jólavikuna, so tí rokna vit ikki við nógvum útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey øll at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí.

Trolbátar:Fýra eru á Skeivabanka og fiska mest av havtasku. Smáligt fiskarí. Allir landa mánadagin.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her