Samandráttur.
Línuskip. Tvey minni línuskip eru til fiskarí. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Bæði koma at landa í vikuni. Øll frystilínuskipini eru til fiskarí.
Útróður: Streymurin er góður og veðri verður eisini gott, men vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at tað stundar til jóla.
Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Tey landa fyst í vikuni. Fiskaríið er vánaligt. Eitt par fiskar sild.
Trolbátar: Seks fiska havtasku og koma allir at landa fyrst í vikuni.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Landar helst miðskeiðis í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her