Meting fyri viku 50, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Nýggju frystilínuskip fiska við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt við Ísland. Ísfiskalínuskipið fer vantandi út um vikuskiftið. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fiskaríið er brúkiligt bæði við Føroyar og Íslandi.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, so tað verður nokk ikki tað heilt stóra av útróðrafiski. Bólkur 5B kann byrja aftur hesa vikuna.

Djúpvatnstrolarar. Fýra eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Tveir koma at landa í vikuni og hinir vantandi fyrst í aðru viku.

Partrolarar: Fimm eru á landgrunninum og fiska mest av upsa og so nakað av hvítfiski. Eitt par er á Íslandsrygginum og fiskar mest av toski.  

Trolbátar. Allir eru á Skeivabanka og fiska havtasku og so nakað av toski, hvítingi, longu og upsa. Smáligt fiskarí. Allir landa í vikuni.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.  

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her