Línuskip. Tvey línuskip og trý minni línuskip eru til fiskarí. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Tey minnu koma at landa fyrst og mitt í vikuni. Øll frystilínuskipini eru til fiskarí.
Útróður: Streymurin er góður alla vikuna. Veðri verður ikki av tí besta, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu, men vit gita at tað allíkavæl verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann síðst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er vánaligt.
Trolbátar: Fýra trolbátar eru úti, tríggjir fiska havtasku, og ein tosk og hýsu, men fiskaríið er smáligt. Vit rokna við at ein landar mánadagin og so hinir miðskeiðis ella síðst í vikuni.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað landar helst fyrst ella í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.