Meting fyri viku 50, 2018

Samandráttur.

Línuskip:  Fimm línuskip eru til fiskarí, harav eitt er við Ísland og restin undir Føroyum, men vit vanta at fleiri fara avstað um vikuskiftið. Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu. Fiskaríið er gott. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum. Vit rokna við at nøkur skip koma at landa í vikuni. Línuskipini gera neyvan meir enn tann eina túrin fram til jóla.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður nakað ivasamt ein part av vikuni, so tí rokna vit ikki við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir koma at landa mánadagin, meðan ein er nýliga byrjaður tú og ein liggur við bryggju. Skipini fiska bæði tosk, kongafisk og blálongu.

Partrolarar: Næstan øll pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður, men tey fáa tó nakað av hvítum fiski. Pørini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fimm eru á Skeivabanka og fiska havtasku, men tann eini byrjaði norðanfyri og hevur tískil nakað av toski og hýsu eisini. Tríggir landa mánadagin og so tveir seinni í vikuni. Ein er nýliga byrjaður túr norðanfyri og kemur nokk at landa síðst í vikuni.

Garnaskip: Allirfara út um vikuskiftið og koma helst allir at landað síðst í vikuni ella fyrstí aðru viku. Fiskaríið er eitt sindur ójavnt.

Heinta alla metingina her