Meting fyri viku 5, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip kemur at landa mánadagin. Hitt liggur við bryggju. Tvey frystilínuskip fiska við Ísland og seks eru á landgrunninum. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur, men veðri verður ikki av tí besta, so tí vanta vit ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og koma vantandi tey flestu at landa í vikuni. Fiskaríð er misjavnt. Helst fara nøkur pør út tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Bæði svartkalvaskipini landa í vikuni, meðan tann sum fiskar havtasku, neyvan landar í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her