Samandráttur.
Línuskip. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar og tvey við Ísland. Ísfiskalínuskipið fer vantandi út um vikuskiftið. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Fiskaríið er brúkiligt bæði við Føroyar og Íslandi.
Útróður: Streymurin verður ikki tann besti og veðri verður eisini óstøðugt, so tí vanta vit ikki nógvan útróður. Bátarnir hava brúkiligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Vantandi fer onkur avstað í vikuskiftinum. Vantandi landar ein, møguliga tveir, í vikuni.
Partrolarar: Bara tvey pør eru til fiskarí. Tað eina parið hevur mest tosk og kemur at landa mánadagin. Fleiri fara avstað tá veðri batnar.
Trolbátar. Allir liggja við bryggju. Teir fara út tá veðri batnar.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
