Meting fyri viku 49, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er vestanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landað í vikuni.  10 frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður og veðurvánirnar eru vánaligar, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska tosk á Íslandsrygginum og ein er eystanfyri og fiskar mest av blálongu. Vantandi landa allir í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva og ein fiskar tosk.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt, tó fáa teir okkurt brúkiligt hálið inn ímillum. Nøkur pør koma helst at landa í vikuni.

Trolbátar: Fýra eru á Skeivabanka og tveir eru norðanfyri. Brúkiligt fiskarí á Skeivabanka, men smáligt norðanfyri. Teir á Skeivabanka fáa ein blanding av havtasku, toski, longu og hvítingi, meðan teir norðanfyri fáa mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her