Línuskip: Seks ísfiskalínuskip er til fiskarí, Fimm eru á landgrunninum og eitt á Íslandsrygginum. Eitt landar mánadagin og hini helst seinni í vikuni.Sjey frystilínuskip eru til fiskarí, eitt við Ísland og seks undir Føroyum.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður eitt sindur óstøðugt. Vit rokna við nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir er til fiskarí. Teir eru vestanfyri eftir kongafiski og koma báðir inn at landa vikuni.
Partrolarar:Sjey pør eru til fiskarí, vit vanta at øll landa í vikuni, nøkur mánadagin og hini seinni í vikuni. Fiskaríið er vánaligt fyri tíðina.
Trolbátar: Allir trolbátarnir eru til fiskarí. fýra eru á skeivabanka og fýra eystanfyri. allir royna eftir havtasku. møguliga landar onkur mánadagin, og hinir mitt ella síðst í vikuni
Garnaskip: Eitt fiskar svartkalva og kemur at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.