Meting fyri viku 49, 2019

Samandráttur.

Línuskip: Fýra línuskip landa mánadagin. Eitt kemur undan Íslandi, eitt av rygginum og tvey av landgrunninum. Tey hava mest av toski, hýsu, svartkalva og so nakað av brosmu, longu og blálongu. Eitt er nýliga byrja túr á Íslandsrygginum. Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men helst fara fleiri avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki av tí besta, so tí er ivasamt um tað verður nakað serligt av útróðri. Bólkur 5B hevur allar sínar fiskidagar, so teir hava fingið jólaferiu.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk og ein fiskar stinglaksi og blálongu. Vantandi landar ein síðst í vikuni og hin fyrst í aðru viku.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum vikan líður.

Trolbátar: Sjey fiska havtasku, men fiskaríið er smáligt. Teir landa helst fyrst og miðskeiðis í vikuni, men tað kann verða at fleiri koma inn mánadagin vegna veður. Hava eisini nakað av toski og longu.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her

Heinta alla metingina her