Meting fyri viku 48, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Einki ísfiskalínuskip er til fiskarí. Vantandi fer okkurt út, tá veðri fer at batna. Øll, uttan eitt, frystilínuskipini eru til fiskarí.  

Útróður: Streymurin batnar, men blívur ikki heilt góður. Veðri verður óstøðugt, so tí er ikki vantandi at tað verður so nógv av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu  og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni. Ein liggur við bryggju

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu. Hini pørini fara út tá veðri verður betri. Fiskaríið hevur verður heldur fragari í seinastuni,

Trolbátar: Fimm eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt. Bátarnir fáa mest av havtasku, hýsu, tosk og so nakað av hvítingi, upsa og flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her