Meting fyri viku 48, 2021

Línuskip. Tað eru bara frystilínuskip sum eru til fiskarí, tvey er við Ísland og fýra við Føroyar

Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna. Veðri verður eitt sindur umskiftandi, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er vánaligt.

Trolbátar: Eingin trolbátur er úti. Vantandi fer onkur avstað tá veðrið batnar.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er ikki av tí besta. Landar helst fyrst í vikuni. Tvey fiska havtasku.