Samandráttur.
Línuskip: Bara trý ísfiskalínuskip er til fiskarí, men helst fara fleiri avstað eftir vikuskiftið. Tvey fiska undir Føroyum og eitt við Ísland. Eitt landar mánadagin og hini bæði seinni í vikuni.Fimm frystilínuskip eru til fiskarí, trý við Ísland og trý undir Føroyum.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður óstøðugt, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á royndarveiðu eftir stinglaksi og kemur helst at landa fyrst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, men tey flestu eru akkurát byrjaði túr, so vit vanta ikki nógvan fisk frá partrolarunum. Fiskaríið er vánaligt fyri tíðina.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og kemur annað at landa mánadagin og hitt síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her