Meting fyri viku 47,02022

Samandráttur.

Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fær mest av hýsu og toski. Landar í vikuni. Vantandi fer okkurt tá veðri fer at batna. Øll frystilínuskipini eru til fiskarí. Okkurt landar í vikuni.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og verðri verður heldur ikki gott, so vit vantað ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur kanska at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu. Hini pørini fara út tá veðri verður betri. Fiskaríið hevur verður heldur fragari í seinastuni,

Trolbátar: Allir liggja við bryggju og ivasamt er nær teir fara útaftur, tí veðurforsøgnin er ikki góð.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er misjavnt. Tvey fiska havtasku. Eisini har er fiskaríið misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her