Samandráttur.
Línuskip. Tvey eru á Føroya Banka og eitt er vestanfyri. Tey fáa mest av toski og hýsu. Øll landa í vikuni. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, tvey við Grønland og so eru trý á Íslandsrygginum. Tey fiska mest tosk og so hýsu, longu, brosmu, blálongu og svartkalva.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur alla vikuna, men veðri verður ikki av tí besta, so vit vanta ikki nógvan útróður. Bátrnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á Íslandsrygginum og fiskar mest av toski og so nakað av blálongu.Vantandi landar hann síðst í vikuni. Ein frystitrolari er eisini úti og fiskar. Hann fær mest av svartkalva.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Fleir koma vantandi at landa í vikuni.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju og tað er ivasamt um nakar fer út í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her