Meting fyri viku 47, 2021

Línuskip. Tvey línuskip er til fiskarí. Tað eina landar mánadagin, hitt er nýliga byrja túr og kemur møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Trý frystilínuskipin eru til fiskarí, eitt er við Ísland og tvey við Føroyar

Útróður: Streymurin er hampuligur. Veðri verður umskiftandi, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann mitt ella síðst í vikuni.

Partrolarar: Sjey pør eru til fiskarí. Seks fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er vánaligt. Eitt par fiskar makrel.

Trolbátar: Ein trolbátur er úti. Vantandi fer onkur avstað tá veðrið batnar.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Landar helst fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Tvey fiska havtasku.