Meting fyri viku 47, 2020

Línuskip: Fýra ísfiskalínuskip eru til fiskarí, eitt er í Íslandi, eitt á Rygginum og tvey á landgrunninum. vit rokna við at eitt landar fyrst í vikuni og hini síðst í vikuni. Seks frystilínuskip eru til fiskarí, Trý við Ísland og trý undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men veðri verður hampuligt, so vit rokna við eitt sindur av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so toski.

Djúpvatnstrolarar:Tveir eru til fiskarí. Ein er vestanfyri eftir kongafiski, og landar mitt í vikuni. Hin er suðanfyri eftir Stinglaksi.

Partrolarar: Øll, uttan tvey, pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Ein er á skeivabanka og fiskar mest havtasku, hann landar fyrst ella mitt í vikuni. men væntandi fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og kemur annað at landa mánadagin og hitt síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.