Meting fyri viku 47, 2019

Samandráttur.

Línuskip: Bara trý línuskip eru til fiskarí, men vantandi fara fleiri avstað í næstum. Tvey av teimum sum eru til fiskarí, eru á Íslandsrygginum, men ivasamt er um tey koma inn í vikuni, tí tey eru nýliga byrjaði túr. Ein er vestanfyri og fiskar tosk og hýsu. Tað landar mánadagin.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður hampuligt. So vit rokna við nakað av útróðri. Bátarnir fáa stórt sæð bara tosk og hýsu og fiskaríið er gott, serliga við línuni.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska kongafisk og ein fiska stinglaks og blálongu. Vantandi landa tveir síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er brúkiligt. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Trýggir eru á Skeivabanka og fiska havtasku, men fiskaríið er smáligt. Teir landa helst miðskeiðis í vikuni. Vi rokna við at fleiri fara avstað í næstum.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta alla metingina her

Heinta veðurforsøgnina her