Meting fyri viku 46, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Seks frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey við Ísland og so liggja trý við bryggju, men tey fara avstað í næstum. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað um vikuskiftið. Skipini við fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fiskaríið er brúkiligt.

Útróður: Streymurin er brúkiligur í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.  

Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Hinir liggja við bryggju, men fara vantandi út um vikuskiftið.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tað sjeynda parið fer vantandi avstað skjótt. Fiskaríið er brúkiligt.

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og longu. Ein er eystanfyri og tveir eru á Skeivabanka. Allir fiska havtasku og so nakað av øðrum fiskasløgum.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.  

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her