Meting fyri viku 46, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landað í vikuni.  Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum,  tvey eru við Grønland og so hevur eitt verði á Flemish Kap (landar í vikuni). Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva og blálongu. Fleiri koma at landa í vikuni

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur.  Veðurvánirnar eru vánaligar, so vit vanta ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar tosk á Íslandsrygginum. Hann landar møguliga síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tveir frystitrolarar fiska svartkalva við Føroyar.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt, tó fáa teir okkurt brúkiligt hálið inn ímillum. Hini pørini liggja við bryggju, men helst fer okkurt parið út í næstum.

Trolbátar: Trýggir eru til fiskarí og koma allir at landa í vikuni. Teir fiska mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski. Fiskaríið er smáligt.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her