Samandráttur.
Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað hevur mest av longu og brosmu. Tað landar mánadagin. Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum. Tvey frystilínuskip er við Grønland, tvey við Ísland og so eru fýra undir Føroyum. Spipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur alla vikuna og veðri verður eisini hampuligt, so vit vanta nakað útróði. Mest fyrst í vikuni. Bátrnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Tríggir djúpvatnstrolari eru úti. Teir fiska mest av svartkalvaso, kongafiski og toski. Eitt sindur e eisini av blálongu. Allir koma at landa í vikuni. Ein frystitrolari er eisini úti og fiskar. Hann fær mest av svartkalva.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Fleir koma vantandi at landa í vikuni.
Trolbátar: Bara ein er úti, men helst fer onkur út í næstum. Trolbátarnir fiska mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her