Samandráttur.
Línuskip. Øll ísfiskalínuskip liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt avstað í næstum. Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva. Øll landa í vikuni. Eitt frystilínuskip er ávegis til Eysturgrønlands og átta fiska við Føroyar.
Útróður: Streymurin verður góður alla vikuna, men veðurvánirnar eru ikki góðar, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Veðri verður tó gott í vikuskiftinum, so tá verður kanska nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur kanska at landa síðst í vikuni. Ein liggur við bryggju
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu. Smáligt fiskarí. Trý pør liggja við bryggju, men fara vantandi avstað í næstum. Fiskaríið hevur verður heldur fragari í seinastuni,
Trolbátar: Allir liggja við bryggju og ivasamt er nær teir fara útaftur, tí veðurforsøgnin er ikki góð.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er misjavnt. Tvey fiska havtasku. Eisini har er fiskaríið misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her