Samandráttur.
Línuskip. Bara eitt línuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest tosk og hýsu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Helst fer okkurt línuskip út tá veðrið batnar. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.
Útróður: Streymurin er hampuligur. Veðri verður umskiftandi, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann fyrst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er vánaligt. Eitt par fiskar makrel.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Vantandi fer onkur avstað tá veðrið batnar.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Landar helst fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa báðir miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her