Samandráttur.
Línuskip: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí, men helst fara fleiri avstað um vikuskiftið. Fimm frystilínuskip eru til fiskarí, eitt við Ísland og fýra undir Føroyum.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so toski.
Djúpvatnstrolarar:Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk. Báðir landa í vikuni.
Partrolarar: Øll, uttan tvey, pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri vánaligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og kemur annað at landa mánadagin og hitt síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her