Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Møguliga fer annað út í vikuni. Fimm frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum, tvey eru við Grønland og so er eitt á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.
Útróður: Streymurin er brúkiligur. Veðurvánirnar eru brúkiligar, serliga fyrst í vikuni, so vit vantað nakað av útróði.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska tosk á Íslandsrygginum. Báðir koma at landað í vikuni. Tveir frystitrolarar fiska svartkalva við Føroyar.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt. Vantandi landa øll í vikuni. Trý pør liggja við bryggju, men helst fer okkurt parið út í næstum.
Trolbátar: Bara ein er til fiskarí og kemur hann helst at landað miðskeiðis í vikuni. Hann fiskar mest hýsu og tosk og so eitt sindur av flatfiski.Møguliga fer onkur út í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her