Meting fyri viku 45, 2021

Samandráttur.

Línuskip. Bara eitt línuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest tosk og hýsu og kemur at landa fyrst í vikuni. Helst fer okkurt línuskip út tá streymurin batnar. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður umskiftandi, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Møguliga landar hann síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er vánaligt.

Trolbátar: Tveir eru til fiskarí og koma teir vantandi at landa miðskeiðis í vikuni. Teir fáa eina blanding av havtasku, longu og upsa. Møguliga fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er vánaligt.Báðir landa síðst í vikuni. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa báðir miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her