Samandráttur.
Línuskip: Vit rokna við nógvum línufiski gjøgnum vikuna. Trý landa mánadagin og so landa fleiri sum vikan gongur. Skipini hava mest av toski og hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva. Av frystilínuskipunum eru fýra undir Føroyum og eitt er við Ísland.
Útróður: Streymurin verður rímuliga harður, men veðri verður hampuligt, burtursæð fyrst í vikuni. So vit rokna ikki við so nógvum útróðri, men nakað verður. Bátarnir fáa stórt sæð bara tosk og hýsu og fiskaríið er gott, serliga við línuni.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska kongafisk og ein fiska stinglaks. Ein landar mánadagin og hinir seinni í vikuni.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fimm eru á Skeivabanka og fiska havtasku, men fiskaríið er smáligt. Ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu. Ein landar mánadagin og hinir miðskeiðis ella síðst í vikuni.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.
Heinta metingina her
Síggj veðurforsøgnina her