Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er undir Føroyum, tað landar mánadagin. Tey trý smærru línuskipini eru eystanfyri, tey landa helst fyrst og mitt í vikuni. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey við Ísland og eitt er á veg heim úr Barentshavinum.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður vánaligt um vikuskifti og eitt sindur umskiftandi restina av vikuni. so tað verður vantandi nakað av útróðri tá veðri loyvir tí.
Djúpvatnstrolarar: Ein er til fiskarí eystanfyri.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, tey landa sum vikan gongur. Fiskiskapurin er ikki góður
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur út fyrst í vikuni.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir koma at landa vikuni.