Meting fyri viku 42, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Trý frystilínuskip fiska við Føroyar, eitt við Ísland, eitt við Eysturgrønlandi og tvey sigla heim frá Flemish Kap. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað tá veðri batnar.. Skipini við Føroyar og Ísland fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Skipini á Flemish Kap fiskaðu tosk og tað við Eysturgrønlandi fiskar tosk. Vantandi fer okkurt frystilínuskip út í næstum.

Útróður: Streymurin er brúkiligur í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Hinir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Partrolarar: Fýra pør eru út, men vantandi fer okkurt avstað tá veðri batnar. Fiskaríið er brúkiligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fleiri fara út tá veðri batnar.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.  

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her