Meting fyri viku 42, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskipini er akkurát byrjað og kemur tí neyvan at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum. Fimm frystilínuskip fiska við Føroyar og tvey eru við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er brúkiligur alla vikuna Veðri verður hampuligt fyrst í vikuni, men verri seinni í vikuni, so tí vanta vit nakað av útróðri fyrst í vikuni, men minni seinni í vikuni.  Bárnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir djúpvatnstrolarir eru úti. Teir fiska allir svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Vantandi landa allir í vikuni.

Partrolarar: Bara tvey pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við viku, men um veðri loyvur tí, so fer helst onkur avstað í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her