Meting fyri viku 42, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí, men vantandi fer okkurt annað avstað í næstum. Tey fiska mest hýsu, tosk, svartkalva og longu. Vit rokna við at bæði landa í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland, eitt er á Føroya Banka og fimm eru á ytru leið undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er góður og veðurforsøgnin er góð, so tí er vantandi at nakað av útróðri verður. Bátarnir fá mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari  hevur fiska svartkalva í Grønlandi og kemur at landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Smáligt fiskarí. Tvey pør liggja við bryggju, men fara vantandi avstað í næstum.

Trolbátar: Ein er á Skeivabanka, meðan hinir liggja við bryggju. Helst fer onkur avstað um vikuskiftið, nú veðurfosøgnin er so mikið góð.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her