Meting fyri viku 42, 2021

Samandráttur.

Línuskip. Trý línuskip eru til fiskarí. Tvey við Føroyar og eitt við Ísland. Vit rokna við at øll landa síðst í vikuni. Tey fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Tvey minni línskip eru til fiskarí undir Føroyum. Tey fáa mest av toski og hýsu. Annað landar mánadagin og hitt seinni í vikuni. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin verður nakað harður og veðri verður eisini heldur ivasamt, so vit rokna ikki við tí nógva av útróðri.  Fiskaríið er smáligt. Teir fiska mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Eitt landar mánadagin og hitt hósdagin  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her