Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva.
Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, men vit vanta tó nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Vantandi landa allir síst í vikuni. Smáligt fiskarí. Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Ein frystitrolari er eisini úti.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Smáligt fiskarí.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Ivasamt um nakar fer út í vikuni.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.
Heinta allametingina her.
