Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskipini er á Íslandrygginum og kemur at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum. Eitt frystislínukip á Føroya Banka, eitt er á Íslandsrygginum og eitt er á landgrunninum.Tvey eru við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.
Útróður: Streymurin er góður, men veðri verður umskiftandi, so vit vanta ikki nógvan útróður. Bárnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Tríggir djúpvatnstrolarir eru úti. Teir fiska allir svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Vantandi landar onkur í vikuni.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum.
Trolbátar: Allir liggja við viku, men um veðri loyvur tí, so fer helst onkur avstað í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her