Meting fyri viku 41, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Trý smá línuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest hýsu, tosk og longu. Øll landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer okkurt avstað tá veðri batnar. Tvey frystilínuskip eru við Ísland og seks eru á ytru leið undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður umskiftandi, so tí vanta vit ikki nógv av útróðri. Bátarnir fá mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Grønlandi.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Smáligt fiskarí. Tvey pør liggja við bryggju, men fara vantandi avstað í næstum.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað tá veðri batnar.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her